Gera havbotns­­kanningar sunnan fyri Føroyar

Kanningar Faroe Petroleum leggur nú av álvara til brots fyri at rudda slóð fyri boring á Wyville Thomsen rygginum

Wyville Thomsen rygg­ur­in syðst á føroyska land­grunn­inum kann goyma stórar nøgdir av kolvetni og var tað eisini júst tí, at føroyska oljufelagið Faroe Petroleum nøkur ár herfyri søkti um tvey loyvi í hesum økinum og fekk tey. Nú er felagið so farið at gera sera framkomnar hav­botnskanningar fyri at finna út av, hvussu tjúkt basaltið er í økinum og eisini hvar tynstu løgini finnast. Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum sigur við Portalin, at kanningarskipið »Toise Vigilant«, sum hevur ligið á Havnini nú í eina góða viku, nú ger klárt til at fara út at savna inn dataupplýsingar frá havbotninum í teimum báðum loyvunum 012 og 017, eisini kend undir heitinum Rannvá. Hetta er eitt slag av havbotnsseismikki, sum Western Geco fyritøkan stendur fyri.
– Endamálið við hesum kann­ingum er bæði at savna inn týðandi data og at brúka hesi til tess at fáa onnur oljufeløg áhugað í at keypa seg inn í loyvini undan eini møguligari boring. Nils Sør­en­sen leggur aftrat, at eisini streymviðurskiftini í hesum fyri oljuleiting ókenda økin­um eru rættiliga serstøk. Streym­urin er sera harður. Tað skulu teir eisini kanna.
Kanningarnar, sum nú verða gjørdar, fevna eisini um eitt loyvi á bretskum øki, beint hinumegin markið, ið Faroe Petroleum fekk til­lutað fyrr í ár. Tískil verða botnkanningarnar gjørdar báðumegin markið. Dýpið har kanningarnar verða gjørdar er 500 metrar. Wy­ville Thomsen ryggurin verð­ur mettur at kunna goyma stórar nøgdir av kolvetni skilst.
Jarðfeingi hevur higartil í ár latið tveimum feløgum forkanningarloyvi:
CGG Veritas Services (UK) og TGS-Nopec Geo­physical Company ASA (NO). Hetta eru sokallað “Spec” kanningar, tvs. har seis­mikk­feløgini antin gera kann­ing­arnar fyri egna rokning og síðani selja víðari úrslitini ella har tey eru leigað av olju­feløgum til at gera hes­ar kanningar. Umframt hes­ar kanningar eru eisini seis­miskar kanningar í gongd á loyvum hjá Statoil á land­grunninum.