Gera Gud til størri part av lívinum

Leygardagin hevði kristni felagsskapurin YWAM, Youth With a Mission, eitt skeið í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Hetta var fyrsti parturin av einum longri skeiði undir heitinum "At menna siðbundnan kristindóm," sum fer at halda fram fimm leygardagar


Eystein Borgardal er varaleiðari í YWAM í Føroyum.
- Í Føroyum hava vit havt gudstrúgv í langa tíð. Á hesum skeiðnum taka vit nøkur grundleggjandi evni innan kristna gudstrúgv og arbeiða við teimum, fyri at menna kristnilívið. Endamálið er at gera gudstrúnna til ein størri partur av okkara samleika.
Evnini á skeiðinum vera: Heimsáskoðanir og bíbilsk heimsáskoðan, Bøn, Guds náttúra og eyðkenni - hvør er Gud, paradigm shift - at broyta hugsunarhátt og Jesus sonur Guds - hvør var hann veruliga.
- Leygardagin vóru 15 fólk til skeiðið. Hetta var ikki so nógv sum vit høvdu vónað. Tí hava vit avgjørt, at fólk eisini kunnu tekna seg til ein einkultan dag, sigur Eystein Borgardal.
Tann ið undirvísti leygardagin eitur Jokim Schnoebbe. Hann er úr Týsklandi og hevur útbúgvingina bachelor of arts innan bíbilskan lestur. Á komandi skeiðum vera undirvísararnir Stephen Dulwich, Sanna S. Hammer, Maarten Bruynes og Padraig Twomey, har einans Sanna S. Hammer er føroyingur.
- Vit hava fleiri útlendskar undirvísarar á skeiðinum. Hetta kemst av, at vit ætlaðu at hava bíbliuskúla í Føroyum í heyst. Hetta bleiv ikki til nakað, og tí hava vit fingið nakrar av teimum lærarunum ið skuldu vera á bíbliuskúlanum, at undirvísa á skeiðinum í staðin.
YWAM er ein tvørkirkjuligur felagsskapur, so fólk úr øllum samkomum kunna koma til hetta skeiðið.
- Okkara mál er at vera tvørkirkjulig, eisini í undirvísingini, tí hava vit einans valt at viðgera grundleggjandi evni innan gudstrúgv á skeiðinum, sigur Eystein Borgardal.
- Vit hava hetta skeiðið, tí tað við hvørt kann virka sum ein sunnudagsverkætlan at hava gudstrúgv. Við hesum skeiðnum royna vit at gera gudstrúnna til eina vikulanga verkætlan.