Gera gjøldur úr bringumynd av Ronaldo

Í morgun varð ein nýggj bringumynd av Cristiano Ronaldo avdúkað á flogvøllinum í Funchal í Portugal. Flogvøllurin liggur á Madeira, haðani Cristiani Ronaldo stavar. Samstundis sum bringumyndin varð avdúkað, bleiv flogvøllurin uppkallaður eftir portugisisku fótbóltsstjørnuni og eitur nú Cristiano Ronaldo flogvøllurin.

 

Í morgun varð so ein nýggj bringumynd avdúkað, men synd er at siga, at myndahøggarin fær nógv rós. Á internetinum eru fólk farin at gera gjøldur úr bringumyndini. Fólk meta nevniliga ikki, at listamaðurin hevur verið so heppin við arbeiðinum.

 

Onkur skemtar við, at veruligi myndahøggarin er argentinski landsliðsspælarin og bóltsnillingurin hjá Barcelona, Lionel Messi. Á Twitter eru fleiri, sum skemta við, at tað nærum ikki sæst munur á veruliga Ronaldo og bringumyndini.

 

Sjálvur hevur fótbóltsspælarin ikki viðmerkt bringumyndina, men í taluni í morgun takkaði hann fyri heiðurin.

- Tit vita, hvussu stoltur eg eri av mínum rótum og mínum heimlandi. At uppliva, at flogvøllurin verður uppkallaður eftir mær, er heilt serligt, segði hann í talu síni.