-Vit hava eini góð tíðindi, góðu hyggjarar. Loksins hava vit funnið eitt hópoyðingarvápn. Tað er Dick Cheney.
Soleiðis ljóðaði bytjanin á einari av sendingunum hjá tí væl umtókta sjónvarpsvertinum David Letterman mánadagin, og hann helt fram:
-Vit fáa ikki fatur á bin Laden, men tað eydnaðist at fáa klørnar í ein 78 ára gamlan sakførara.
Tann 78 ára gamli sakførarin er maðurin, sum Dick Cheney var so óheppin at raka, tá teir vóru á veiðiferð í Texas seinasta vikuskiftið. Maðurin varð raktur í høvdið, men slapp við lívinum. Ein annar sjónvarpsvertur, Jay Leno, gjørdi eisini gjøldur burtur úr varaforsetanum.
-Her í Kalifornia er vakurt og fínasta veður, men har eysturi í landinum er illveður. Tað hevur kavað so illa í Washington, at Dick Cheney var so óheppin at skjóta ein feitan mann, tí hann helt hann vera eina ísbjørn.
Sjálvur vil Dick Cheney ikki siga eitt orð um tilburðin í Texas. Hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til tíðindini frá løgregluni um, at varaforsetin hevur als ikki veiðiloyvi.