Gera gjøldur burtur úr deyðum palestinum

Nógvir ísraelsmenn eru í øðini, eftir at landsins størsta blað hevur almannakunngjørt myndir av hermonnum, sum gera gjøldur burtur úr deyðum palestinum

Ísraelska herleiðslan hevur nóg mikið at takast við í hesum døgum. Fyrst noyddist Moshe Yaalon, herovasti, í telefonina at biðja egyptiska forsetan, Hosni Mubarak, um umbering fyri, ein ein ísraelskur stríðsvognur hevði skotið tríggjar egyptiskar løgreglumenn, og nú hevur blaðið Yedioth Aharonot prentað myndir av hermonnum, sum gera gjøldur burtur úr deyðum palestinum.

Myndirnar, sum blaðið hevur prentað, vísa millum annað ein hermann standa uppi yvir einum deyðum palestina. Hermaðurin siktar eftir palestinanum, samstundis sum hann hevur sett annan fótin á líkið. Blaðið sigur seg eisini hava eina mynd, har ein hermaður hevur sett eina sigarett í munnin á einum deyðum palestina.

Moshe Yaalon, herovasti, var sjónliga illa við av myndunum, tá hann hitti tíðindafólk um vikuskiftið.

-Slíkt skal ikki henda í ísraelska herinum, sum fær umfatandi frálæru í altjóða mannarættindum. Hetta stríðir ímóti okkara reglum, og eg kann vissa tykkum, um, at hetta verður kannað til botns, segði MosheYaalon.

Í Ísrael eru nógv fólk í øðini um framferðina hjá hermonnunum, sum minier tey um tað, sum hendi í Abu Ghraib-fongslinum í Irak, skrivar Reuter. Øðin er ikki vorðin minni, eftir at fleiri heryvirmenn hava mælt mndugleikunum frá at revsa hrmenninar.