Gera fleiri lendisgøtur í Havn í ár

Fíggjarnevndin samtykti á seinasta fundi at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og at beina málið í býráðið til tvær viðgerðir, tí talan lutvíst er um eykajáttan.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at á býráðsfundinum hóskvøldið mælti borgarstjórin býráðnum til at taka undir við fíggjarnevndini og málið varð samtykt við 12 atkvøðum fyri, einari blankari og ongari ímóti.

 

Málið er sostatt beint víðari til aðru viðgerð. Skotið er upp at raðfesta hesar gøtur í ár:

 

  1. Gøta í Hoydølum, frá Sanatoriivegnum til Hoyvíksvegin
  2. Gøtur, ið samanbinda verandi gøtukervi í Sortudíki
  3. Gøta í Viðarlundini í Gundadali
  4. Gøta oman á Sandagerði argjamegin
  5. Gøta niðan á Hoyvíksvøll frá Jørundargøtu
  6. Gøtuni kring vatnbrunnin í Havnardali
  7. Gøtan á Hvítasand, fylgiarbeiði