Gera fiskifrøðina meira sjónliga

Í allan dag hava fólk havt høvi at vitjað umborð á havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, har nógv áhugavert hevur verið at sæð og hoyrt. Tað er vorðið meira vanligt, at almennir stovnar hava hug at vísa seg frá eini aðrari - og meira ?opnari? síðu - enn teir áður hava gjørt. Hetta er líkasum vorðið partur av einum nýggjum samleika.

Tá fiskivinnuframsýning var í høvuðsstaðnum fyrr í ár, hevði Havstovan bás á framsýningini.

Nú sjómannadagur er í Klaksvík í dag, hevur Havstovan havt Magnus Heinason liggjandi í Klaksvík, har fólk í allan dag hava havt høvi at vitjað umborð.

Umborð á skipinum hava fólk fingið at vitað, hvussu ymisk kanningarúrslit verða fingin til vega, og eisini eru ymisk filmsbrot víst.

Fólk hava fingið kunnleika um ymisk fiskasløg, hvat fiskur etur, og hvørja útgerð Magnus Heinason brúkar í sínum kanningum.

Greitt hevur somuleiðis verið frá ætlaða nýggja havrannsóknarskipinum, og at enda hava fólk fingið kaffi frá manningini umborð á Magnusi Heinason.

Nú klokkan 18 endar dagurin umborð á havrannsóknarskipinum.