Gera filmar um ferðslutrygd

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur saman við Tryggingarfelagnum Føroyar gjørt tríggjar stuttfilmar, sum skulu økja tilvitskuna hjá ungfólki at bera seg rætt at í ferðsluni. Talan er um tríggjar viralar stuttfilmar, ið allir bera heitið Ránið.

Fyrsti filmurin snýr seg um rúsdrekka. Hinir báðir filmarnir fara at snúgva seg um bilbelti og gáloysni, og teir koma í heyst.

- Ungfólk eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkum. Tey eru lutfalsliga fá í ferðsluni, men standa fyri einum stórum parti av vanlukkunum – bæði sum offur, men eisini sum partur av vanlukkum, har tað gongur út yvir onnur, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Filmarnir eru ætlaðir ungum í aldrinum 15-24 ár.

- Vit vita, at tað í størri mun eru menn, sum láta lív, so filmarnir eru í fyrstu atløgu gjørdir til ungar menn. Harumframt til javngamlar kvinnur, sum ávirka teir og mótmæla, um teir ætla at koyra, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Filmarnir eru skemtiligir og munandi øðrvísi, enn hvat við eru von við í Føroyum.

- Her er eingin fremstifingur at hóma í boðskapinum – í staðin tosar filmurin sítt egna mál, ið ungdómurin skilur, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Endamálið við filmunum er liður í miðvísa arbeiðinum hjá Ráðnum at minka talið á ungum, ið doyggja ella fáa ávarsligan skaða í ferðsluni. Harumframt at skapa tryggar vanar í ferðsluni. Onnur átøk millum Ráðið og Tryggingarfelagið Føroyar er framleiðsla av undirvísingartilfari, sum í løtuni verður gjørt av inntøkunum fyri Guðrun&Guðrun-endurskinsvestarnar. Í mong ár hevur eisini verið samstarvað saman við øðrum um árligu ferðsluundirvísing Ráðsins fyri landsins 8. flokkum.