Gera film um týska mannaátaran

Nógvir týskarar eru í øðini, tí ein filmur um mannaátaran Armin Meiwes hevur fingið almennan stuðul

Fyri einum lítlum hálvum ári síðani fekk týskarin Armin Meiwes átta ára fongsul fyri at hava dripið og etið ein mann, sum hann var komin í samband við ígjøgnum alnótina. Í rættinum vísti tann ákærdi eina sjónbandsupptøku, sum hann sjálvur hevði gjørt av tilburðinum.
Nú hevur filmsmaðurin Rosa von Praunheim gjørt av at gera ein film um Armin Meiwes. Filmurin hevur fingið heitið "Títt hjarta í mínum heila", og upptøkurnar byrja í desember. Nógvir týskarar eru harð-liga ímóti ætlanini, og mong eru í øðini um, at myndugleikarnir hava latið filmvkvinnuni 150.000 krónur í stuðuli til at gera filmin.
Rosa von Praunheim, sum hevur gjørt umleið 50 filmar, letur seg ikki ávirka av atfinningunum.
? Hvussu ofta siga vit ikki, at "eg eri so góður við teg, at eg kundi etið teg", sigur hann við tíðindastovuna Reuters.