Eina snøgga viku nýtti Ternan nýggju ferjuleguna í Nólsoy. Og nú hava teir í eina viku aftur lagt at bryggjukantinum, tí teir tordu ikki at nýta ferjuleguna.
- Trupulleikin er, at fendararnir á ferjuleguni eru ov harðir. Hetta førir við sær, at skipið stoytir, tá tað kemur at ferjuleguni, og tað kann vera lívshættisligt, sigur Gutti Jacobsen, skipari.
Trupulleikin er, at trappurnar eru rættiliga brattar og so ganga tær efturvert í skipinum.
- Hetta ger, at um fólk – serliga eldri og illa gongd – eru stødd í trappunum, tá skipið fær hendan stoytin, skal so lítið til at tey fara fram eftir fummum og skrambla niður gjøgnum trappurnar. Tí risikera vit stutt sagt ikki at leggja at ferjuleguni, sigur Gutti Jacobsen.
Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at byggja eina ferulegu fyri sjey milliónir og so ikki nýta hana. Menn frá Articon, sum hevr bygt ferjuleguna, komu tí út til Nólsoyar í morgun fyri at bøta um trygdina.
- Ætlanin er í fyrsta umfari at taka annanhvønn fendara burtur. Tað skuldi væntandi gjørt tað bleytari at komi at hjá Ternuni, sigur Jákup Enni, projektleiðari hjá Articon.










