Hóast fólkini, sum nú manna landsstýrið, vóru harðastu mótstøðufólk ímóti skipanini við forskattingini av pensjónini – og tá serliga Kristina Háfoss, sum nú ræður í Fíggjarmálaráðnum, so eru tykjast ongar ætlanir verða um at broyta skipanina.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fríggjadagin so so koma alsamt fleiri pengar í landskassan næstu árini sum forskatting av pensjónsinngjaldinum.
Sambært § 11 a-c í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. er ásett, at pensjónir verða skattaðar við inngjald heldur enn útgjald. Somuleiðis er ásett, at pensjónir ikki verða skattaðar við útgjald. Netto verður sostatt ikki talan um, at skattainntøkur landsins – sæð yvir pensjónsgjaldstíðarskeiðið – hækka, men heldur er talan um, at hesar verða fluttar fram í tíð.
Roknað verður við, at Eftirlønarlógin, sum kom í gildi 1. januar 2014, fer at økja um pensjónsinngjøldini árini frameftir.
Í 2015 komu inn 277,1 milliónir krónur í skatti av pensjónsinngjøldum. Í 2016 verður skatturin av pensjónsinngjøldum mettur til 290 milliónir krónur. Roknað verður við 300 milliónir krónur í 2017.
376 milliónir krónur.










