Gera eina gøtu og sal á havsins botni í Klaksvík

Tað verður ein magnet fyri bæði føroyingum og útlendingum

Tað byrjaði sum eitt hugskot, har nógv høvdu hug at rista við høvdinum og smíla umberandi. Men nú vísir tað seg, at tað var ikki bara eitt sermerkt hugskot, men at tað býr ramasti álvari aftan fyri.

 

Tað var fyri nøkrum árum síðani, at tankin spratt um at gera eitt undirsjóvar-akvarium í Klaksvík. Tað eydnaðist at fáa 200.000 krónur á fíggjarlógini fyri í ár at fyrireika ætlanina, og á fíggjarlógini fyri næsta ár, eru eisini 100.000 krónur settar av á fíggjarlógini.

 

Og tá ið Løgtingið samtykti fíggjarlógina beint fyri jól, greiddi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, eitt sindur frá ætlanini. Hon sigur, at ætlanin er at gera undirsjóvar-akvariummið á eini fløtu á havsins botni uttan fyri lendingina á Norðoyri og verkfrøðingar eru longu í ferð við at kanna, hvussu farast skal fram.

 

Ætlanin er gera eina ein kupul av glasi við gongubreyt út eftir botninum, og uttast er ætlanin at uppihaldsrúm, somuleiðis úr glasi, einar 100 til 150 metrar úr landi, á umleið 20 metra dýpi. Í uppihaldsrúminum verður kanska eisini kafé. So kunnu fólk standa har og eygleiða lívið í sjónum í sínum rætta elementi, sigur løgtingskvinnan.

 

Fyrsta stigið er at gera nøkur riv, ella grynnur, á botni, har fiskar, krabbadýr, vøkstur og alskyns livandi í sjónum, kann amast upp á.

 

Tey hava søkt um loyvi at søkkja fýra skip har á leiðini til endamálið, men higartil hava tey fingið loyvi at søkkja eitt skip. Tað var útróðrarbáturin, Reynsmúli, sum varð søktur har fyri einum góðum ári síðan. Og tað hevur hepnast stak væl, tí har ýður við lívi í vrakinum, og uttan um tað. Men nú er ætlanin so at søkja um loyvi til at søkkja tríggjar bátar aftrat fyri at fáa enn meiri lív í.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ivast ikki í, at eitt akvarium sum hetta, ferð at draga fólk til sín, sum ein magnetur, bæði føroyingar og útlendingar.