Í samband við arbeiðið á nýggja íbúðarøkinum eystan Garð í Klaksvík, hevur kommunan gjørt ein fyribils arbeiðsveg um Vágsá.
Her arbeiðir kommunan við at leggja kloakk og el í nýggja vegin eystan Garð.
- Vit hava í hesum sambandi heitt á Norðhús um at brúka arbeiðsvegin um Vágsá, meðan arbeiðið hjá kommununi verður framt.
Í Klaksvíkar kommunu vita tey í dag at siga, at arbeiðið væntandi fer at taka ein góðan mánaða.
- Síðan verður grótið tikið upp aftur, og áin verður sett í uppruna stand, sigur Jógvan Ósa, tekniskur leiðari hjá kommununi.
Lagt verður aftrat, at í Klaksvíkar kommunu hava tey ikki ætlanir um at knýta vegin eystan Garð og vegin á Brekku saman.