Á middegi í gjár fór Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, til Grønlands at gera eina dupultskattaavtalu við grønlendska heimastýrið
Dupultskattaavtalan fer millum annað at hava við sær, at føroyiskir sjómenn ikki longur verða noyddir at hava bústað í eini postsmogu í Grønlandi fyri at sleppa undan at verða hart skattaðir í Føroyum av inntøkuni, teir vinna umborð á grønlendskum trolarum.
Ferðin hjá føroyska landsstýrismanninum og konu hansara til Grønlands fevnir eisini um almenna vitjan hjá Josef Motzfeldt og flokk hansara, Inuit Ataqatigiit.










