Hesa seinastu tíðina hava menn arbeitt við at gera boriroyndir í Sandvíkum, har ætlanin er, at ein møguligur undirsjóartunnil millum Skálafjørðin og Havnina skal knýtast í Streymoynna.
Royndarboringar skulu gerast niður á umleið 130 metrar, og higartil hava menn borið gott og væl niður á helvtina av hesi dýpd. Sum skilst hava royndarboringarnar gingið stak væl.