Tænastan hjá Remi og Tóri Thorleifsson vendir sær til teirra, ið eru góð við sínar bilar og vilja hava teir at vera vakrar og haldbarar leingi – ja, í fleiri ár. Navnið á fyritøkuni í Vestmanna, sum varð skrásett í oktober mánaði í fjør, er WestClear.
- Okkara tænasta vendir sær ikki bara til eldri bilar við skøvum og ljótum lakki, men eisini til nýggjar bilar, tí tað eru eisini nógvir nýggir bilar, sum kunnu hava smáar skøvur.
Feðgarnir arbeiða í einum stórum bilhúsi á umeið 80 fermetrar, og hetta er beint yvirav, har teir búgva. Tríggir bilar kunnu standa í bilhúsinum í senn, men tá verður tað heldur trongligt at arbeiða.
- Vit plaga tí at siga, at tveir bilar í bilhúsinum er tað optimala, sigur Tóri Thorleifsson.
Hann vísir á, at høvuðsvøran í øllum arbeiðnum er ein fantastiska góð og sterk keramisk lakkverja. Við røttu undanviðgerðini við vasking og polering fáa viðskiftafólk ein bil heimaftur, sum er bæði vakrari og blankari enn, tá hann var nýggjur.
- Í fyrsta lagi verður bilurin ógvuliga væl vaskaður, og hann verður vaskaður upp til fleiri ferðir. Síðan verður hann poleraður, soleiðis at skøvur og steinsløg ikki síggjast meira – og at enda fær bilurin keramisku lakkverjuna, sum hevur fleiri ára livitíð.
Tóri Thorleifsson sigur, at tá viðgerðin, sum tekur nakrar dagar tilsamans, er liðug, hava fólk ein bil, sum bæði er skínandi, er væl vardur móti vindi og veðri og sum verður sera lættur at vaska tey næstu árini.
Fyritøkan WestClear varð skrásett í oktober mánaði í 2018.