Aftur í ár luttaka Lars Munck og Simon A. Larsen úr MS Freestyle á Summarcup, sum verður í Gundadali í morgin.
Teir báðir eru bóltsnillingar sum fáir, tó ikki heilt á sama hátt sum Messi og hansara líkar. Lars Munck og Simon A. Larsen fáast við freestyle fótbóltsshow, og í morgin fara teir at hava eina workshop, har teir fara at læra børnini nøkur tricks.
Teir hava vunnið DM í freestyle og hava eisini umboðað Danmark í HM.
Í morgun stóðu teir á trappuni og gjørdu nakrar upptøkur.
- Vit gjørdu nakrar upptøkur tá vit vóru her í Føroyum í fjør, og tær eydnaðust sera væl. Tí eru vit aftur í ár farnir ein túr við upptøkutólinum og vóna, at fáa nakrar góðar filmar við okkum aftur til Danmarkar, siga teir báðir.