Gera bólkar fyri ung sum hava brúk fyri einum skáa

Tað er ikki skomm at vera avvarðandi hjá einum sálarsjúkum

Sinnisbati, sum er felagsskapur fyri fólk við sálarsjúku, og teirra avvarðandi, fer nú at skipa fyri samrøðubólkum fyri ungum, sum eru avvarðandi hjá onkrum við sálarsjúku. Sinnisbati sigur, at hetta er eitt tilboð til ung ímillum 12-18 ár, sum eru avvarðandi at einum foreldri ella systkin við sálarsjúku.  

Tað kann vera ein mamma, sum hevur tunglyndi ella angist, ella tað kann vera ein pápi við bipolarari sjúku ella skisofreni. Tað kann eisini verða eitt systkin við borderline ella etingarólagi, ella okkurt heilt annað.

– Tað er eingin skomm at vera avvarðandi hjá einum við sálarsjúku og hjá okkum kanst tú føla teg tryggan og hava eitt friðstað at práta og vera saman við øðrum, ið hava tað júst sum tú, sigur Sinnisbati.

Tey siga, at tey hava fakfólk, ið læra tey ungu um sjúkurnar og tá ið bólkarnir hittast er ætlanin at finna upp á okurt stuttlig og hugnaligt – og døgverði er hvørja ferð.

– Týdningarmiklasta av øllum er, at tú ikki følir tær einsamallan við tínum tonkum. Og í bólkunum hjá okkum eru allir tankar loyvdir. Onkuntið følir tú kanska vreiði ella sorg og tú kanst føla teg einsamallan, men í bólkinum hevur tú onkran, ið hevur somu kenslur sum tú, at práta við, sigur Sinnisbati.