Seinastu árini hava nakrir føroyskir sjúklingar verið á Landsspitalinum í Reykjavík í staðin fyri á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og fingið viðgerð.
Eingin føst skipan hevur verið, sjúkrahúsverkið í Føroyum hevur bara gjørt avtalu við Landspitalið í hvørjum einstøkum føri.
Men nú er ein formlig avtala komin undir land.
Aksel Johannesen, landssýrismaður í heilsumálum sigur, at Landssjúkrahúsið og Landspitalið hava góðtikið avtaluna, sum føroyska heilsumálaráðið hevur undirskrivað. Eftir er bara at fáa undirskriftina frá íslendska heilsumálaráðnum.
- Vit hava rykt fleiri ferðir, og tí vænti eg, at avtalan verður endaliga undirskrivað fyrsta dagin, sigur Aksel Johannesen.
Arbeiðið við at fáa hesa avtalu byrjaðu longu, tá ið Hans Pauli Strøm var landsstýrismaður í heilsumálum.
Tað eru mest krabbameinssjúklingar, sum hava verið í Íslandi í staðin fyri í Danmark og fingið viðgerð. Ísland hevur peikað á, at úrslitini av krabbameinsviðgerð har hava verið góð. Okkurt árið hava úrslitini verið betri enn í Danmark.
Tað verður upp til yvirlæknan at avgera, um ein sjúklingur skal sendast til Landspitalið ella á Ríkissjúkrhúsið at fáa viðgerð. Atlit verða tikin til, hvar úrslitini eru best, hvør kostnaðurin er, hvar bíðitíðin er styttri o.a.
- Eg haldi tað vera gott, at vit fáa fleiri møguleikar at velja ímillum, sigur Aksel Johannesen.