Gera avtalu í Norðurkyrrahavinum

Í komandi viku fer uttanríkisráðharrin á fund í nýggjum fiskiveiðifelagsskapi, fyri at tryggja Føroyum fiskirættindi í Norðurkyrrahavinum

Tað var í fjør heyst, at Jørgen Niclasen samráddist um fiskiveiðirættingi í Suðurkyrrahavinum, og hesar samráðingar førdu til eina kvotaavtalu upp á 62.500 tons av rossamakreli.

Nú verður ein nýggjur felagsskapur stovnaður, sum skal hava fiskiveiðieftirlitið við fiskiskapinum í Norðurkyrrahavinum. Londini, sum hava tikið seg sama um hendan felagsskapin, eru Japan, Suðurkorea, USA, Kanada, Rusland og Taiwan.

Felagsskapurin, ið ætlanin er at stovna, ber heitið North Pacific Regional Fisheries Management Organisation, stytt NPRFMO.

Føroyar verða við á fundinum sum eygleiðarar í fyrsta umfari, men sambært Jørgen Niclasen er ætlanin at gerast fullgyldur limur í felagsskapinum.

- Føroysk skip hava ikki roynt í økinum, men tað hava føroyskir fiskimenn kortini. Tað er í fyrsta umfari serliga botnfiskin, ið londini eru áhugað í at hava eftirlit við, men fyri okkum kann tað meiri gerast pelagisku fiskasløgini, sum hava áhuga, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at tað er ein ávísur áhugi at kenna í vinnuni, men um vit ikki gera brúk av møguleikanum her og nú er tað sera umráðandi, at vit sleppa við í felagsskapin, sum fer at hava eftirlit við fiskiskapinum í Norðurkyrrahavinum.

- Tað verður ikki leingi, so verður ikki loyvt at fiska frítt nakrastaðni á heimshøvunum, og tí er tað so týdningarmikið, at vit eru við frá byrjan av fyri at vit kunnu tryggja okkum fiskirættindi í økinum. Aðalmálið er jú, at vit skulku kunna fiska allastaðni á heimshøvunum, og hetta er ein liður í tí miðvísa arbeiðinum, sigur Jørgen Niclasen.