Oljuleki
Næstsíðstu nátt lá ein tangabátur á Vági og pumpaði olju upp í ein av stóru tangunum, sum SEV hevur á Oyrunum á syðra armi á Vágsfirði. Tá ið fult var móti morgni, síggja menn, at tangin lekur í botninum. Ein tangagarður er rundan um tangarnar, og tá ið Sosialurin tosaði við SEV í morgun, tók garðurin ímóti olju, sum lekur úr tanganum.
Talan er ikki um smávegis nøgdir av olju, sum eru í tanganum, ið er farin at leka.
2500 tons
John Danielsen, deildarleiðari hjá SEV, segði við Sosialin mikumorgunin, at tangin, sum talan er um, tekur 2500 rúmmetrar av olju og er fullur.
Tangagarðurin tekur ikki ímóti allari oljuni, um SEV saman við øllum teimum fólkum, sum nú eru í gongd í Vági, ikki megnar at fáa oljuna til høldar aðrastaðni.
- Vit gera nú alt fyri at binda um heilan fingur. Enn er eingin katastrofa hend, og vit vóna, at støðan ikki gerst verri, enn hon er.
John Danielsen sigur, at eitt stórt "apparat" er sett í gongd í Vági til tess at byrgja upp fyri, at tað ringasta spyrst burtur úr oljulekanum, um illa vil til.
- Allir "instansir" eru boðsendir og meira enn tað, bæði løgregla, vaktartænasta, bjargingarfeløg, tryggingarfelag, oljufelagið, sum hevur latið oljuna og onnur.
Pumpa olju
John sigur, at ein annar minni tangi, sum tekur 1000 rúmmetrar av olju, stendur beint við síðuna av stóra tanganum, og nú verður roynt at pumpa olju úr tanganum, sum lekur yvir í hendan tangan.
- Tangabáturin, sum kom við oljuni, liggur framvegis á Oyrunum, og vit pumpa eisini olju yvir í skipið aftur, sigur John Danielsen hjá SEV.










