Gera aftur útferðir til Stóru Dímunar

Viðrar verður útferð gjørd til Stóru Dímunar við ?Hvíthamri? av Sandi sunnudagin 15. juni

Farið verður av Sandi kl. 10.30. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 9.45 og í Skopun er bussamband til havnina á Sandi.

Túrurin byrjar í Sands Havn sunnudagin 15. juni kl. 10.30, har siglt verður við Hvíthamri út í oynna. Umborð er tað Jóan Petur Clementsen (bátasmiður), ið er skipari.

Komin til Dímunar, verður gingið upp gjøgnum Kleivina, saman við Dímunarbóndanum, sum eisini verður ferðaleiðari á oynni ? har hann vísir fólki runt og greiðir frá. Til túrin er tað gott at hava heit klæði við og matpakka. Túrurin verður einans sigldur, um veðrið er til vildar, sigur Sandoyar Kunningarstova. Har verður eisini sagt, at meldast skal til hjá teimum og at pláss er fyri 12 fólkum.

Ætlanin er at gera nakrar túrar út í Dímunar nú í summar um veður og vindur loyvir tí. Dagarnir, ið valdir eru - eru hesir: 15. juni, 29. juni, 13. juli, 20 juli og10. august.

Fólk verða biðin um athava heit klæði og matpakka við.