Fyrr í dag skrivaðu vit, at løgreglan hevði verið úti í Havn í gjár og gjørt ferðslukanningar. Millum annað vórðu fleiri steðgaði tí tey tosaðu í fartelefon og onkur koyrdi eisini uttan at nýta trygdarbelti.
Eisini í morgun er løgreglan úti og ger kanningar. Hesuferð hava teir verið ymsastaðni.
Millum annað vórðu teir í morgun á økinum kring Skt. Frans skúla í Havn, har eini 70 bilar vórðu kannaðir. Í einum føri var eitt klipp givið í koyrikortið. Orsøkin var, at eitt barn sat ikki í trygdarbelti.
Løgreglan gjørdi eisini kanningar í Vágum, har 20 bilar blivu kannaðir, men eingin bót ella klipp blivu givin.
Løgreglan er eisini aðrastaðni í landinum í dag og ger kanningar.