Gera aftur eina roynd at lata Kósavirkið upp

Nógv fundarvirksemið er í Klaksvík í løtuni í eini roynd at lata stóra flakavirkið á Kósini upp aftur, men stigtakarin er svartskygdur

Nú verður aftur ein ítøkilig roynd gjørd at lata stóra flakavirkið í Klaksvík, Kósavirkið, upp aftur.

Í hesum sambandi er nógv fundarvirksemi í Klaksvík í løtuni fyri at lodda dýpi og fyri at fáa greiði á, hvat ber til og ikki.

Nú ein dagin vóru bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, á fundi við Johan Páll Joensen, vinnulívsmann, sum hevði Kósina, tá ið hon læt aftur.

Á tí fundinum varð tosað aftur og fram um, hvørjir møguleikar eru at fáa virkið upp aftur.

Ein spurningur, sum varð reistur á fundinum var, um arbeiðarafeløgini eru sinnað at seta pening í eitt felag, sum skal endurreisa Kósavirkið.

Nú skulu so arbeiðarafeløgini hava fundir sína millum fyri at taka støðu til spurningin.

Og seinni verður so aftur fundur við Johan Páll Joensen um støðuna.


Svartstygdur

Sjálvur sigur Johan Páll Joensen, at fundirnir við arbeiðarafeløgini snúði seg bara um at hava ein følara úti.

Sjálvur hevur hann ikki hug at gera nakað serligt burtur úr støðuni.

- Tað einasta, sum er hent, er, at vit hava hava havt ein lítlan kunnandi fund við arbeiðarafeløgini.

- Talan var bara um eitt prát fyri at vita um áhugi er fyri at fáa Kósina upp aftur, men enn er onki kjøt á nøkrum og ongin ætlan at tosa um, sigur Johan Páll Joensen.

Hann sigur, at hetta er bara ein roynd at lodda dýpið einaferð afturat og tí høvdu tey ein fund við tey bæði arbeiðarafeløgini.

Men hann staðfestir samstundis, at hann er svartskygdur um royndina at fáa Kósina up aftur.

- Eg eri alt annað enn bjartskygdur, tí vit hava arbeitt við hesum í skjótt eitt ár og tað hevur ikki gingið nakran veg enn.

Hann sigur, at ein orsøk til, at tað gongur so illa, er, at tað er vónleyst at fáa fígging.

Les eisini greinina: Umhugsa at hjálpa til at lata Kósavirkið upp