Í ár ætla teir hjá landsverki at seta upp nærum 5 kilometrar av bilverju kring oyggjarnar.
Her er talan um at endurnýggja verandi bilverju, og at gera bilverju á støðum, sum higartil ikki hava havt eina slíka.
Upplýst verður, at ein serstakur pelabilur úr Noreg var her í summar at seta hesar pelarnar upp, og síðani skuldu fólk frá landsverki seta plátur á pelarnar.
Í dag er støðan hon, sambært heimasíðuni hjá Landsverki at allir pelarnir eru settir upp og at bilverjuplátur er settar á pelarnar.
Eftir ætlanini skal arbeiðið verða liðugt 1. oktober. Tað kostar 1,5 mió krónur.
(Mynd: landsverk.fo)









