Stóra svenska vøruhúsketan, IKEA, ætlar saman við amerikansku gistingarhúsketuni, Mariott, at byggja hálvtannaðhundrað gistingarhús runt um í Europa næstu 10 árini.
Samlaða íløgan hjá IKEA í hesa verkætlanina er 10 milliardir krónur, og hóast ætlanin er, at ein gisting ikki skal kosta meira enn 350 til 400 krónur, kann tað gerast ein góð forrætning.
Framleiðslukostnaðurin av hvørjum hotelkamari verður niðan fyri 300.000 krónur, og tí verður væntað, at íløgan kann forrenta seg sjálva nógv skjótari, enn vanligt er í gistingarhúsvinnuni.