Klaksvíkar Sjúkrahús er fyri vanbýti og hetta kann ikki takast sum annað enn sum ein miðvís niðurlaging.
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna.
Fyrr í vikunu royndi hon at fáa at vita, hví játtanin til Klaksvíkar sjúkrahús bara hækkar við einum parti av tí, lønirnar eru hækkaðar, samstundis sum at játtanin til hini bæði sjúkrahúsini hækka væl meiri.
Hon sigur, at tað plaga tað at vera sjálvsagt, at játtanirnar hækkað við teirri upphædd, lønirnar hækka.
Men tað afturvísir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Hon sigur, at í 2012 hækkaðu játtanirnar hjá almennu stovnunum ikki í sambandi við lønarhækkingarnar, og tað gjørdi tær heldur ikki í 2013.
Í 2014 hækkaðu játtanirnar 1,6 prosent fyri lønarhækkingar, og í 2015 hækkaðu tær 1,5 prosent fyri lønarhækkingarnar tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar.
Og í ár er hava stovnarnir fingið fult endurgjald fyri lønarhækkingarnar í tríggjar mánaðir og partvís endurgjald fyri hækkingina í fjórða ársfjórðingi.
Men næsta ár er eisini lagt upp fyri lønarhækkingunum í tríggjar ársfjórðingar, men ikki í síðsta ársfjórðingi tí tá taka nýggir sáttmálar við.
Men skuldi Klaksvíkar Sjúkrahús fingið fult endurgjald fyri lønarhækkingarnar, skuldi játtanin verið 117.000 krónur hægri enn hon er nú. Tað er minni enn 0,1 prosent av játtanini, og tað átti sjúkrahúsið at klára, uttan at nerva virksemið, heldur landsstýriskvinnan.
Bjørn Kalsø, tingmaður, heldur, at tað er heilt merkiligt, at Klaksvíkar sjúkrahús ikki skal fáa líka stóra hækking sum hini sjúkrahúsini.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at hetta vísir, at Klaksvíkar Sjúkrahús verður ikki virt.
Sirið Stenberg skilir ikki, hví hon verður løgd undir at lítisvirða Klaksvíkar Sjúkrahús, tí hetta snýr seg um 117.000 krónur av eini játtan upp á 168 milliónir.
– Er hetta at lítisvirða Klaksvíkar Sjúkrahús, hvat er tað so, tá ið undanfarna samgonga ikki hækkaði játtanina eina einastu krónu í sambandi við lønarhækkingar, spurdi Sirið Stenberg.
– Men tá stóð tað í staðin fyri um lív, heldur at geva teimum hægstløntu ein skattalætta, legði hon afturat.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at tað eru øll tekin um, at tað er ein miðvís ætlan at niðurlagað Klaksvíkar Sjúkrahús og hetta er byrjanin.
– Men eg fari at »gera vrøvl« um hvørt einasta oyra, sum Klaksvíkar Sjúkrahús er fyri vanbýti, vissaði hon Løgtingið um.
Sirið Stenberg vísti aftur, at hetta er at lítisvirða Klaksvíkar Sjúkrahús, tí hon vísti enn einaferð á, at í undanfarnu samgongu hækkaði játtanin summi ár ikki eina krónu í sambandi við lønarhækkingar, men tað ger hon nú.
– Hetta vísir bara, at summi gera ongantið so illa »vrøvl«, sum tá ið tey fáa eitt sindur av pengum. Men tað er »vrøvl« at tosaði soleiðis, kvittaði landsstýriskvinnan í heilsumálum.