Hetta ráðið er galdandi enn, sjálvt um núverandi javnaðartingfólk í stóran mun eru givin við at fylgja teimum. Støðan er eisini hareftir.
Í løtuni er høgraradikala loysunarorðið vorðið flat-tax ella flatur skattur. Hetta er borgarlig skattatonking, tá hon er best. Tað sæst m. a. á Google í høgraborgarligu tonkitanganum CEPOS og í ultarliberala flokkinum LC (Liberalt Centrum), sum eftir at hava uppskot um skattaloft á 20% er havnaður á 2,5% í síðstu veljarakanning og liggur harvið bert 0,6% frá sperrumarkinum. Kanska føroyingar eisini kunnu geva teim høgraradikalu og teirra flat-tax eitt líknandi loss.
Tí høgraradikalur politikkur botnar altíð í, at hvør sætir sær, meðan Fanin tekur tey síðstu - ella vøo., at tey vælbjargaðu syrgja fyri at nápa ressourcirnar, og sostatt er einki eftir til hini, ið veruliga hava brúk fyri tí. Slíkur politikkur er fullkomuliga óacceptabul og eigur at verða viðgjørdur hareftir.