Ger tað einfalt

- Matur nýtist als ikki at vera fremmandur fyri at vera sunnur. Ofta er tað føroyska og einfalda tað allarbesta, sigur Elisabeth Akursmørk, virkandi leiðari á Húsarhaldsskúlanum.

- Ger tað einfalt, sigur Elisabeth Akursmørk, tá vit spyrja hana, um eitt gott ráð til at byrja heilsubetri matvanar. - Lat vera við at telja prosentir og gera fløkt roknistykkir. Og miss ikki mótið, um tað miseydnast ein dag. Tað er ongin vanlukka, bara tú tekur tráðin uppaftur, sum skjótast.
Elisabeth hevur starvast sum lærari á Húsarhaldsskúlanum seinastu 9 árini og er als ikki í iva um, at áhugin fyri heilsugóðum mati er øktur nógv seinastu tíðina - bæði hjá næmingunum og hjá fólki sum heild.
- Næmingarnir tosa og spyrja meir um heilsugóðan mat, enn tær gjørdu fyrr. Og so hava tær altið sína avgjørdu meining um tað, tær eta, sigur Elisabeth, sum saman við Jóhonnu á Tjaldrafløtti eisini hevur havt tey sera vælumtóktu heilsuskeiðini, har tú kanst fáa hjálp at klænka teg ella bara læra betri matvanar, sum øll familjan kann fáa gleði av.
Ræstur fiskur og klænkikurar
Tey flestu vit væl, hvat tey helst eiga at eta, men tey vit ikki hví, og tí kunnu tey ikki sjálvi byggja víðari á tað í longdini. Tí fáa tey eina grundleggjandi innleiðing á skeiðnum í, hvussu maturin er samansettur, sum tey kunnu brúka, tá tey seta matin saman sjálvi heima. Til dømis undrar tað nógv, at tann føroyski maturin, umframt at vera heilsugóður, er sera væl egnaður sum klænkimatur ? bara tú ikki hevur ov nógv smelt og garnatálg afturvið.
- Tað nyttar lítið við einum smartum kuri úr einum vikublaði, um tilfarið er so fremmant og dýrt, at tað ikki kann brúkast sum gerandismatur hjá allari familjuni. Tá er skjótt at missa móti, og so er lítið vunnið, sigur Elisabeth.