Nú fært tú møguleikan fyri at geva títt egna video til Bon Jovi, sum møguliga verður vístur til konsert teirra. Um tú fert inn undir ?I Love This Town? á heimasíðuni hjá bólkinum www.bonjovi.com, ber til at gera títt egna video, sum møguliga verður víst fram á konsertini hjá bólkinum í Randers 19. juni.
Hetta er ein einstandandi møguleiki, um tú hevur eitt listafólk í búkinum og tær dámar bólkin. Tíggju tey bestu videoini vinna eina signeraða útgávu av fløguni ?Lost Highway?.









