Landsstýrismaðurin undrast á, hvaðani Føroya Lærarafelag hevur hetta.
Svarið fær hann í tíðindaskrivinum frá Føroya Lærarafelag, sum stendur beint omanfyri á síðu 8. Hatta siga tey úti í fíggjarmálastýrinum, og so seint sum týsdagin 22. februar hildu tey fast við hetta.
Vit vita væl, at landsstýrismaðurin í skúlamálum yvir fyri okkum og mongum øðrum hevur ásannað, at lógin leggur meira arbeiði á lærararnar í fólkaskúlanum. Á skúlaleiðarafundinum 18. februar segði hann tað eisini.
Men hann skal siga tað so tíðiliga, at fíggjarmálaráðharrin eisini skilir tað. Tí tað er hann, sum ikki vil játta pengarnar til hetta eyka arbeiði.
Spell var tað, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og hansara fólk ikki vóru við á fundinum, sum Undirvísingar- og mentamálaráðið skipaði fyri. Tí tað hevði verið gott fyri tey. Ja, tey skuldu verið noydd til at luttikið á slíkum fundum, tí skúlaskap vita tey als onki um.
Kanska skuldi Signar á Brúnni, landsstýrismaður, skorið hetta út í papp og hongt tað upp úti í fíggjarmálastýrinum
Men Føroya Lærarafelag má samstundis siga, at vit skilja ikki, hvat landsstýrismaðurin í skúlamálum meinar við, tá hann sigur, at tá tað kemur til skúlamál í samráðingunum, so kemur UMMS inn. Tað hava vit als ikki varnast.
At landsstýrismaðurin í skúlamálum væntar, at hann kemur at sita við Svarta Peri, tá arbeiðssteðgurin verður settur í verk, er helst satt.
Tí mælir Føroya Lærarafelag honum til at smoyggja upp um armar og gera nakað, áðrenn ruðuleiki verður í fólkaskúlanum.
Elsa Birgitta P. Petersen