Ger ongan mun

FERÐAVINNAN Vit eru ómetaliga fegin um, at ferðaavgjaldið lækkar, men ein lækking á 25 krónur ger lítlan og ongan mun, sigur stjórin í Ferðaráðnum

- Vit eru ómetaliga fegin um, at poliski myndugleikin er farin undir eina tilgongd at lækka ferðaavgjaldið.
Tað sigur Gurðið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, nú Jørgen Niclasen ætlar, at ferðaavgjaldið skal lækka 25 krónur.
Men tá ið stjórin í Ferðaráðnum fegnast um ætlanina, staðfestir hon samstundis, at signalvirðið í politisku fráboðanini, hevur størri týdning enn sjálvt krónutalið.
- Í tí stóra og heila ger tað lítlan og ongan mun at ferðaavgjaldið lækkar 25 krónur fyri hvønn ferðaseðil.
- Tað verður ikki hetta, sum verður avgerðandi fyri, um ferðavinnan mennist, ella ikki.
- Men vit eru ógvuliga fegin um signalivirðið í, at politiski myndugleikin nú hevur tikið spurningin upp, sigur hon.
Hon dylir ikki fyri, at ferðavinnan hevur ikki broytt áskoðan um, at skal ferðavinnan mennast, eigur avgjaldið átti at verða avtikið.
- Hinvegin síggja vit eisini veruleikan í eyguni, at landskassin hevur brúk fyri inntøkum,
Men nú er so hol sett á og tað fegnast tey um í ferðavinnuni og tey síggja fram til, at ferðaavgjaldið kann verða avtikið um nøkur ár.

Ikki ymiskt avgjald
Hinvegin er Gurðið Højgaard ikki so forlipt upp í tankanum hjá um, at ferðaavgjaldið skal vera ymiskt summar og vetur í eini roynd at lokka fleiri ferðafólk higar um veturin.
- Vit taka ikki undir við, at ferðaavgjaldið verður ymiskt, tí tað fer leggja eina stóra, eyka umsitingarliga arbeiðsbyrðu á tey, sum selja ferðaseðlar, uttan at nakað serligt úrslit fer at spyrjast burtur úr.
- Harafturat er tað skjótt at mistøk kunnu verða gjørd, tá ið tey, sum selja ferðaseðlar, skulu halda skil á, hvørji avgjøld eru galdandi ávísar mánaðir í árinum.
- Tí vil ferðavinnan helst hava sama ferðaavgjald alt árið, sama hvussu høgt ella lágt tað verður.
Hjørdis Højgaard vísir á, at tað er um summarið, at tey flestu ferðafólkini kemur higar og hon væntar ikki, at tað fer at ávirka nakað serligt, at ferðaseðlarnir kanska verða ein hundraðkrónurseðil bíligari á hávetri, tá ið tað longu frammanundan er bíligast at ferðast.
LES EISINI GREININA: 25 krónur bíligari at sleppa av landinum.