Tað er áhugavert at fylgja kjakinum í sosialu miðlunum, nú fosturtøka aftur er á breddanum. Hetta er eitt evni, sum næstan ikki kann diskuterast ov nógv, tí tað er so týdningarmikið.
Kvinnurnar á Facebook eru ikki blíðar. Onkur skrivar "Saudi-Føroyar". Ein onnur, at talibanarnir taka yvir, um uppskotið hjá Miðflokkinum, at kvinnur, sum umhugsa fosturtøku skulu taka ímóti ráðgeving frá einum ráði.
Eftir mínum tykki er lív heilagt. Tá eitt fostur er gitið í móðurlívið, er tað eitt lív, og at taka tað lívið SKAL verða nakað, ein hugsar seg væl um, áðrenn ein ger. Um tað so er at seta seg frammanfyri ein sosialráðgeva, prest, lækna ella okkurt heilt annað.
Og er tað nakað, eg ikki ivist í, so er tað, at tær allarflestu kvinnur hugsa seg væl um, áðrenn tær taka hetta álvarasama stig.
Lógaruppskotið hjá Miðflokkinum er eftir mínum tykki byrja í heilt skeivum enda.
Í staðin fyri at seta pening av til hesar serfrøðingarnar, skuldi peningur verið brúktur til at gera lívið hjá einsamøllum forsyrgjarum lættari.
Tað er væl øllum kunnugt, at nógvar ungar kvinnur flyta úr Føroyum av júst hesi orsøk - at tað er so torført at fáa endarnar at røkka saman, tá ein hevur børn at forsyrgja.
Hækka barnapeningin, gev børninum mat í barnagarði og skúla, og ger tað lættari hjá lítlum húskjum at finna bústað. Tað trúgvi eg hevði verði betri háttur at fingið aborttølini niður enn at tvinga kvinnurnar fram fyri eitt ráð, sum fortelur teimum, hvat tær skulu og ikki skulu gera.