Slóðirnar eftir grótinum, sum hevur verið nýtt til teir mongu alneyðugu brimgarðarnar og vegirnar í Føroyum, síggjast nógvastaðni sum ljót sár inn í føroysku náttúruna.
Í blaðnum í gjár eftirspurdi arkitekturin Eyðun Eliasen eina meira byggilistarliga og burðardygga tilgongd til grótspreingingararbeiði. Hann metti, at grótbrot eins væl kundu verið spennandi og nýtilig rúm, sum ljót sár í náttúruni.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, er samdur í, at summi grótbrot skemma náttúruna nógv og kundu verið betur frágingin. Men hann metir tó, at ein stór broyting longu er farin fram hesum viðvíkjandi.
- Longu í 1970'unum byrjaði man at hugsa um at gera grótbrot so lítið skemmandi sum gjørligt. Har man fyrr vanliga hevði gjørt ein beinan skurð inn í fjallið, fór man undir at gera smærri op inn í annars stór grótbrot, og í heila tikið at fjala grótbrotini betri. Men tað eru so nógv fyrilit, ið skulu takast, tá farið verður undir at taka grót, og hóast æstetisk fyrilit eru umráðandi, so eru tey bert eitt av nógvum, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur og leggur afturat, at tá man fór undir at gera vegir í 1950'unum, hevði man ikki útgerð til at flyta grót yvir langar avstandir, og at hetta helst er ein av høvuðsorsøkunum til, at man ofta tók praktisk fyrilit framum hvat sá penast út.
Byggilistarlig fyrilit
Í grein í blaðnum í gár, førdi Eyðun Eliasen, arkitektur, tað sjónarmið fram, at vit í framtíðini eiga at hugsa um grótbrot sum meira enn bara eitt stað, har grót verður heintað. Hann segði, at við í størri mun at taka byggilistarlig fyrilit, kundu summi grótbort verið gjørd til spennandi rúm og tænt einum endamáli, heldur enn at ligið sum opin sár. Sjálvur stendur arkitekturin handan eina verkætlan um at gera rúm burtur inn í grótveggin í Álvagjógv, sum hevur vunnið sær altjóða viðurkenning sum náttúruliga burðardygg byggilist.
Oyvindur Brimnes heldur hesar tankar vera spennandi og tekur undir við, at man saktans kann fáa nakað gott burturúr einum grótbroti.
- Men okkara uppgáva er í stóran mun eisini at hugsa um tann fíggjarliga partin av einari verkætlan, og vit kunnu ikki av okkara einslistum brúka pening til at gera eitt bygningsverk burturúr einum grótbroti. Skal nakað slíkt gerast, so má tað vera ein politisk avgerð og eitt politiskt ynski um, at umframt til dømis ein brimgarð, vilja vit eisini hava eitt bygningsverk, har grótið verður tikið frá. Skal man gera nakað burturúr grótbrotinum er soleiðis talan um tvær ymiskar verkætlanir, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann leggur tó dent á, at tey æstetisku fyrilitini eiga at viga tungt, tá farið verður undir nýggj grótbrot.
Friðingarnevndin avger
Tað er tann lokala friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin, sum í hvørjum einstøkum føri skulu geva loyvi til nýggj grótbrot. Ivan Klein Olsen, formaður í friðingarnevndini fyri Streymoyar sýslu, sigur, at tá friðingarnevndin tekur avgerðir, byggja tær fyrst om fremst á fyrilit fyri ávirkanini, sum ein verkætlan hevur á náttúruna.
- Vit halda okkum til lógina um náttúrufriðing, har sligið verður fast, at einki skal gerast, ið kann skaða ella skemma náttúruna, sigur Ivan Klein Olsen, formaður í friðingarnevndini fyri Streymoyar sýslu.
Arkitektar við
Tað næsta nýggja grótbrotið, sum landsverkfrøðingurin fer undir, verður helst eitt grótbrot, har tilfar skal fáast til nýggja samferðsluhavn í Suðuroy. Oyvindur Brimnes sigur, at tá hendan verkætlan verður projekterað, fara fyrilit at verða tikin fyri náttúruni, soleiðis at grótbrotið ikki fer at skemma meira enn neyðugt. Men talan verður ikki um at gera nakað serligt burturúr sjálvum grótbrotinum.
Á landsverkfrøðingsstovninum varð ein arkitektadeild sett á stovn við ársbyrjan í fjør, í sambandi við at landsverkfrøðingurin yvirtók røktina av øllum landsins bygningum. Sambært Oyvindi Brimnes er ætlanin, at arkitektadeildin eisini skal koma við tilráðingum, tá verkætlanir um vegagerð og grótarbeiði verða projekteraðar.
- Higartil hava vit havt verkfrøðingar og byggifrøðingar at meta um tað æstetiska í einari verkætlan. Og meðan ein góður verkfrøðingur kann duga betri at taka æstetisk atlit enn ein vánaligur arkitektur, so er tað enn eitt stig á leiðini ímóti minni náttúruskemmandi verkætlanum, at vit nú hava arkitektar við í projekteringini.
Hann heldur tó ikki at so illa hevur staðið til seinnu árini.
- Tak til dømis grótbrotið á Gomlurætt. Tað kundi verið nógv ljótari, enn tað er, heldur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.