Ger hvat hann kann fyri at hjálpa føroyingum

Nú mugu vit seta álitið á, at ein danskur ráðharri ger hvat hann kann fyri at bjarga einum týðandi parti av føroyskari veiðimentan

 

 – Eg kenni ikki teir løgfrøðiligu tættirnar í málinum, men eg fari at kanna tað. Tað sigur danski ráðharrin, Jacob Ellemann Jensen, nú føroyska veiðan eftir lunda og álku, er í vanda.

 

Orsøkin til tað er, at AEWA sáttmálin, sum hevur til endamáls at verja sjófugl, er lýstur at vera galdandi fyri Føroyar. Og nú er uppskot lagt fyri AEWA um at friða lunda, álku, og annan fugl.

 

Báðir teir føroysku fólktingsmenninir, Magni Arge og Sjúrður Skaale hava tikið málið upp og í hesum sambandi var Magni Arge henda dagin á fundi við umhvørvis- og matvørunevndini hjá Fólkatinginum. Og nú spurningurin var til umrøða í Evropanevndini hjá Fólkatinginum, ásannaði ráðharrin, at var við til at ávirka støðuna hjá donskum stjórnini, soleiðis at danir fara at atkvøða ímóti banninun, ístaðin fyri at atkvøða blankt, sum upprunaliga ætlað.

 

Men í limalondunum í AEWA, er so stórur meiriluti fyri at seta bannið í gildi, at danska atkvøðan fer neyvan at gera nakran mun.

 

Tí verður nú leita eftir eini rýmingarleið, soleiðis at bannið ikki fer at umfata Føroyar. Og tað, vit hava at krøkja okkum í, er, at hóast AEWA sáttmálin er lýstur at vera í gildi í Føroyum, er ongantíð viðgjørdur í Løgtinginum. Og tað kann brúkast sum ein grundgeving fyri páhaldinum um, at hann er settur í gildi í Føroyum undir skeivum fortreytum.

 

– Eg dugi ikki at siga, hví málið ikki er viðgjørt í Løgtinginum, men eg vil fegin grava alt tað løgfrøðiliga í málinum fram fyri at vita, hvussu tað ber til. Men hann vísir á, málið er viðgjørt í Grønlandi, og haðani vóru boðini, at sáttmálin skuldi ikki setast í gildi í Grønlandi. Og nú er hann sinnaður at kanna, hví munur er á viðgerðini í Føroyum og í Grønlandi.

 

Tá ið AEWA fer at taka støðu til málið, fer Jacob Ellemann Jensen eisini at føra fram, at tað er endamálsleyst hjá londum í Suðurevropa at banna fuglaveiði í Føroyum, tí tað fer ikki at verða virt. Samstundis fer hann eisini at føra fram, at føroyingar hava langt síðani, av sínum eintingum, í roynd og veru, friðað lundan, tí stovnurin var so illa fyri, og tað heldur hann er rættiliga týdningarmikið at fáa ført fram.

 

Vit hava eina túsund ára gamla veiðimentan, og hon skal ikki offrast fyri eina ætlan hjá nøkrum londum á meginlandinum í Evropa, har tey langt síðani hava gloymt, hvat burðardygg veiða yvirhøvur er, heldur Magni Arge.