Ger Hoydalar til ein stovn fyri deyðasjúk fólk

Nú er enn eitt uppskot sett fram um, hvat náttúruperlan í Hoydølum kann brúkast til, tá ið studentaskúlin er fluttur

Hoydalar, har studentaskúlin er nú, eigur at verða gjørdur til ein umsorganarstovn til fólk, sum eru deyðasjúk, eitt hospice, sum tað eisini eitur.

Tað heldur Bjørghild Djurhuus, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin.

Um hálvtannað ár flytir studentaskúlin í Hoydølum í nýggja skúladepilin, Glasir, í Marknagili og í tí sambandi hevur kjak tikið seg upp um, hvat náttúruperlan í Hoydølum so skal brúkast til.

Nógv uppskot eru sett fram og á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, varð enn eitt hugskot um, hvat Hoydalar skulu brúkast til.

Býráðið samtykti at heita á landsmyndugleikar um at skipa ein umsorganarstovn í Havn til fólk, sum eru deyðiliga sjúk.

Í hesum sambandi helt Bjørghild Djurhuus, at nettupp Hoydalar hevði verið eitt fantastiskt stað til ein slíkan umsorganarstovn til deyðasjúk fólk.

Ein slíkur stovnur í Hoydølum kundi verður lagdar saman við stovnum til umlættingarstovni, og øðrum stovnum, ið eisini kundi verið í Hoydølum, heldur hon. 

 

 

Les eisini. Hvat skal hendan náttúruperlan brúkast til?