Ger enn eina roynd at loysa kreppuna

Hann vil sleppa undan vali- og hann vil eisini sleppa undan at siga búnaðarráðharran úr starvi

 

Stjórnarkreppan í Danmark, er ikki av.

Tað er greitt, nú danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, akkurát hevur havt tíðindafund.

Hann sigur, at tað var púra óvæntað, tá ið formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum ringdi til hann í gjárkvøldið og boðaði frá, at tey høvdu ikki álit á búnaðarráðharranum, Evu Kjer Hansen, tí hon skal hava givið Fólkatinginum skeivar upplýsingar um avleiðingarnar av nýggja landbúnaðarpolitikkinum hjá stjórnini.

 

Á fundi hava flokkarnir boðað frá, at teir hava álit á stjórnini og á landbúnaðarpolitikkinum - men ikki á ráðharranum.

 

Sjálvur hevur Lars Løkke Rasmussen fult álit á búnaðarráðharranum, og tað dámdi honum illa at siga hana upp.

 

Men at útskriva væl, dámdi honum heldur ikki, tí so er vandi fyri, at tað verður reyð stjórn, sum skal viðgera flóttafólkamál, skatta- og avgjaldspolitikk o.s.framvegis.

 

Tí fer hann at gera enn eina roynd at tosa við stjórnarflokkarnar í eini roynd at finna semju aftur, og tað fer hann at gera longu nú seinnapartin.

Hann gjørdi eisini greitt, at finst ongin semja, kann avleiðingin vera, at fólkatingsval verður útskrivað.

 

Eygleiðarar í Danmark siga, at við hesum hevur Lars Løkke lagt mest møguligt trýst á konservativa flokkin.

 

Annars hava teir konservativu gjørt greitt í morgun, at ráðharrin kann ikki halda fram.