Robert Heðin Brockie ger nú comeback í B36-troyggjuni. Sambært heimasíðuni hjá B36 hevur hann undirskrivað sáttmála við árstalsfelagið fyri komandi ár.
Ungi havnarmaðurin fekk sítt gjøgnumbrot í Effodeildini í 2013, tá hann nærum var fastur maður í miðverjuni hjá B36. Í 2014 fór hann at fjakka og hevur síðani ikki spælt tað stóra, men nú verða gaggurnar tiknar fram aftur, skrivar heimasíðan.
Hann hevur spælt 22 dystir fyri besta liðið hjá B36, flestu í miðverjuni. Tó so, um tørvur er á tí kann hann eisin spæla á miðvøllin, stendur at lesa á heimasíðuni hjá føroyameistarunum.
Hann hevur í ár leikt tveir dystir í Effodeildini.