Jarðfrøðilig viðurskifti, ið kunnu gerast ein vandi, og tí mugu staðfestast tíðliga, eru: óstøðugur havbotnur, fjaldar forðingar so sum klettar og skipsvrak, frítt, upployst ella fryst gass; fjaldar rennur av bleytum tilfari, grunnir sandlummar og móra.
Umstøður
Hóast nágreinilig kortlegging av ymisku botnsløgunum enn er eftir at gera, er greitt, at inn ímóti landi og á Føroya Banka í høvuðsheitum er mest av skeljakendum sandi. Aðrastaðni á føroyska landgrunninum finst fyri tað mesta ein blandingur av sandi og eyri og nakað av klettum og berari hellu. Á djúpum vatni er fyri tað mesta fín-kornað runukent tilfar á botninum, meðan størsti parturin av løgunum har undir er tjúkt basalt frá gosvirksemi í landnyrðings Atlantshavi í gamlari tíð.
Endamál
Endamál hjá jarðtøkniliga arbeiðsbólkinum eru:
?at finna jarðfrøðiligar og jarðtøkniligar vandar
?At koma fram til eitt jarðtøkniligt modell fyri føroysku økini, ið verða játtað til brúk hjá einstøku operatørunum, tá ið einstøku blokkarnir skulu kannast.
Framferð
Arbeiðsætlanin verður framd í trimum stigum:
?Innleiðandi karmarnir um jarðfrøði fyri grunnu jarðløgini, sum eru galdandi fyri økini, sum væntandi verða boðin út. Hesar vóru lidnar í 1997.
?Gerð av einum jarðtøkniligum modelli fyri økið sum heild og kanning av jarðtøkniligum vandum í økjunum, sum verða boðin út. Ætlanin er, at hetta arbeiðið skal verða gjørt áðrenn fyrstu loyvini verða givin.
?Fremjing av nýggjum jarðalisfrøðiligum kanningum og kjarnuboringum. Væntandi fer hetta arbeiðið ikki í gongd fyrr enn fyrstu loyvini eru givin.
Virksemi
Fyri at leita eftir jarðfrøðisvandum vóru í 1997 kanningar gjørdar av jarðfrøðiligum og jarðtøknifrøðiligum slagi fyri arbeiðsbólkinum. Kanningarnar gjørdu jarð-tøkniligu ráðgevararnar Fugro Ltd. Jarðtøkniligi stovnurin fyri Danmark og Grønland (GEUS) og Jarðfrøðissavnið. Hesi arbeiðið fevndu eisini um eina frágreiðing burtur úr framman undan kendum upplýsingum, neyvum 2-D seismisk data, og eftirkanning av grunnum borukjarnum, funnin undir jarðevnafrøðiligum kanningum av havbotninum, ið fyrr eru gjørdar.
Arbeiðsbólkurin fer í 1998 at leggja dent á at menna modellið fyri økið og at kanna jarðtøkniligar vandar við at granska gjørdar seismiskar kanningar