Georgia hevur tikið seg aftur

Georgiska stjórnin sigur, at hon hevur tikið sínar hermenn úr Suðurossetia, men ruusar siga, at tað er ikki satt Georgiska uttanríkisráðið kunngjørdi í morgun, at landið hevur tikið sínar hermenn úr uppreistrarlandslutinum Suðurossetia, har teir hava verið í bardaga við loysingarmenn og russiskar hermenn.

Men russiski herurin sigur, at tað eru framvegis georgiskir hermenn í umráðnum.

Russland hevur fyribils havnað einum uppskoti frá Georgia um vápnahvíld. Rusland sigur, at talan verður ikki um frið, fyrr enn Georgia tekur sínar hermenn aftur hagar, sum teir vóru, áðrenn bardagarnir brustu á.

Fleiri russisk herskip liggja úti fyri georgisku svartahavsstrondini. Sum skilst skulu tey forða fyri, at Georgia fær vápn sendandi sjóvegis.