Georgia hevur argað tey stóru

Fleiri ferðir hevur Georgia fingið góð úrslit ímóti londum, sum er styrkismett nógv hægri enn Georgia.Ein tann fyrsti minniligi sigurin hjá Georgia var í 1994, ta ið landið vann heili 5-0 ímóti Wales á hiemavølli. Í 1997 spældi Georgia javnleik 0-0 ímóti Italia, og árið eftir fekk Georgia eisini javnleik ímóti Russlandi. Í 2003 gjørdi Georgia tað bragd at vinna 1-0 á Russlandi, og í seinastu undankapping fekk landið javnleik ímóti Danmark.