Georgette Jones á countryfestival

Sørvágs Country-og Bluesfestivalur avdúkar nú enn eitt útlendskt navn, sum kemur higar til lands.

Sørvágs Country-og Bluesfestivalur, sum verður í døgunum 10. og 11. juni, kann nú avdúka enn eitt útlendskt navn, sum kemur til Føroya í summar.

 

Sangarinnan er Georgette Jones úr USA. Hon er fødd 5. oktober í 1970 og er dóttir navnframu countrylegendirnar, George Jones og Tammy Wynette.

 

Georgette Jones byrjaði sum trý ára gomul at syngja og framføra saman við foreldrum sínum, og til konsertir í dag syngur hon fleiri kend løg hjá teimum.

 

Hon hevur útgivið tríggjar fløgur saman við plátufelaginum, Hart of Texas Records, harav tann eina er til minnins og heiðurs fyri móðir sína.

 

Síðani hevur Georgette Jones eisini útgivið tríggjar fløgur við plátufelaginum, Lennon Records.

 

Tað nýggjasta, sum hon hevur arbeitt við, er ein duet við Sammy Kershaw, á hansara fløgu til æru fyri pápan, George Jones.

 

- Vit bjóða Georgette Jones hjartaliga vælkomnari til Sørvágs Country-og Bluesfestival 2016, siga fyrireikararnir í Sørvági.