George Verwer, sum stovnaði OM (Operation Mobilisation), kemur til Føroya frá 10. til 12. apríl 2015. Hetta er í sambandi við aðalfundin hjá OM Føroyum. Hesum boðar
George Verwer stovnaði felagsskapin OM í 1957 og var leiðari til 2003. Operation Mobilisation hava trúboðaravirksemi í fleiri enn 100 londum, umframt at teir hava eitt skip, Logos Hope. Føroyingar kennast kanska betri við gamla navnið hjá Logos Hope. Tað er nevniliga gamla Norröna, ið varð handað OM í 2004.
Gomlu skipini hjá OM, Doulos, Logos og Logos II hava øll vitjað í Føroyum, eins og Logos Hope hevur. Logos var her í 1983, Logos II var her í 2001 og 2007, Doulos í 2004 og Logos Hope í 2009
Heilt nógvir føroyingar hava starvast í Operation Mobilisation, bæði á landi og sjógvi. OM skipar eisini fyri summartiltakinum TeenStreet, sum fleiri hundrað føroyskir ungdómar hava verið á seinastu árini.










