George Michael í geglið

George Michael hevur seinnu árini av álvara gjørt gøturnar í London ótryggar, ti hann hevur koyrt bil ? sín Range Rover ? ávirkaður av rúsevnum. Og fyri stuttum var aftur galið og Michael er nú dømdur inn at sita í átta vikur. Orsøkin er, at hann koyrdi inn í eini handilshøli tann 4. juli í ár.

Tann 47 ára gamla heimsstjørnan misti tamahaldið á sínum Range Rover, eftir at hann hevði luttikið í Gay Pride-parade í London.

Løgreglan tók hann á støðina í Hampstead og funnu teir canabis sigarettir í lummum hansara. Blóðroynd vísti hash í blóðinum, men hann hevði ikki drukkið alkohol, tá óhappið hendi.

Tað er áleið eitt ár síðani, at Michael aftur fekk loyvi at koyra bil, eftir ein dóm fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Í fjør varð hann eisini tikin, og var tá undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður, tá hann rendi á ein lastbil á einum motorvegi í Berkshire.