George Michael, kendur úr bólkinum Wham og seinni sum solistur, fylti í gjár - týsdagin, 50 ár.
Familjan er úr Grikkalandi og kom til Onglands í fimmtiárunum.
Stóra hittið Careless Whisper kom í 1984, meðan hann enn var í Wham.
Hann fór síðani at royna seg á egnum beinum. Í 1987 kom útgávan Faith, har hann nærum spældi øll ljóðføri, framleiddi og skrivaði.
Hann hevur havt fleiri hitt, ið hava ligið sera væl á teim ymsu hittlistunum, ið víst verður til javanan.
Í nítiárunum kom hann m.a. á listarnar við Freedom.
Seinnu árini hevur javnan verið at hoyrt um George Michael í samband við óhepnar støður, rúsevni og bilóhapp.