Sambært millum annað BBC er 53 ára gamli George Michael deyður. Hann doyði friðarliga í sínum egna heimi, verður sagt frá hansara starvsfólkum.
Løgreglan sigur við BBC, at ongar illgrunasamar hendingar vóru rundan um deyða sangarans.
Michael var borin í heim í norður London og seldi yvir 100 milliónir fløgur í sínari karrieru, sum vardi fýra áratíggju.
Boðini frá fjølmiðlafólkunum hjá George Michael eru sambært BBC:
- Tað er við stórari sorg, at vit nú kunnu váttað, at okkara elskaði sonur, beiggi og vinur George doyði friðarliga í heiminum.
Familjan ynskir, at fjølmiðlar og fjepparar virða privatlív teirra, nú tey fara ígjøgnum eina harða og krevjandi tíð.
George Michael er kendur millum annað frá Wham og eigur ein tann best umtókta jólasangin: Last Christmas.