George Jones deyður

Countryhetjan gjørdist 81 ár.

Hann var millum størstu røddirnar í countryheiminum, amerikanska countryhetjan George Jones. Hann var tað, ið nevnt verður ein legenda, men náttina til leygardagin doyði Jones, 81 ára gamal.

Hann var á eini tónleikaferð, sum hann frammanundan hevði boðað frá, fór at vera hansra seinasta. Tann 18. apríl kendi hann seg ikki væl, fleiri konsertir vórðu avlýstar, og Jones varð innlagdur á eitt sjúkrahús í Nashville við fepri og óstøðugum blóðtrýsti.

George Jones sang sangir um drukktúrar og hjartasorg, og var hetta ofta íblást av egnu uppslítandi lívsførslu hansara.

Hann náddi meira enn nakar annar countrysangari hittlistarnar í heimlandinum, heilar 150 ferðir kom hann á listarnar í USA. Kent er eittnú lagið “He Stopped Loving Her Today”.

George Jones, sum sjálvur Frank Sinatra útnevndi næststørstu rødd í Amerkika, var giftur fýra ferðir og í stórtíð síni í fimti- og sekstiárunum náddi hann javnan forsíðurnar í amerikonskum bløðum, orsakað av harðligu drukktúrunum, skjótum og heitum kærleiksromansum, og eisini var hann sera illur í sær

Ein av gomlu countryhetjunum hevur lagt árarnar inn. Jones gjørdist 81 ára gamal, hóast harða lívsførslu. Eftir stendur, at ein av kendastu og sterkastu røddunum í amerikanskum countrytónleiki er tagnað.