George Clooney endaði á sjúkrahúsinum eftir eitt ferðsluóhapp í Sardiniu í Italia.
Sambært lokala miðlinum TGR Rai Sardegna, var amerikanski sjónleikarin farin ein túr á motorsúkklu síni í Costa Corallina, tá hann stoytti saman við ein bil. Sum skilst helt bilurin ikki víkiskyldu sína og tí rendi hann á motorsúkkluna.
Sambært enska blaðnum the Sun vóru George Clooney og familjan í Italia í samband við upptøkur til eina nýggja sjónvarpsrøð, Catch 22, har hann bæði hevur ein leiklut, framleiðir og er leikstjóri.
Aftan á óhappið bleiv sjónleikarin innlagdur á sjúkrahús, men MRI-skanningin vísti eingi vandatekin. Sambært NBC er hann útskrivaður aftur.