Nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, ásannar, at tað verður ein stór uppgáva at fylla skógvarnar eftir Ingeborg Vinther, sum í dag hevur lagt frá sær sum forkvinna, eftir yvir 30 ár í sessinum. Men hann er eisini ivaleysur í, at hann fer at klára uppgávuna.
Hann er royndur í fakfelagsarbeiði, tí hann hevur verið nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í heili 23 ár og hesi seinastu 10 árini hevur hann verið næstformaður.
Hann sigur sostatt, at hann er væl kunnugur við Føroya Arbeiðarafelag og hann er væl kunnugur við tey mál, felagið arbeiðir við.
Hann skal sostatt ikki brúka tíð at seta seg inn í fakfelagsarbeiði ella tey mál, Føroya Arbeiðarafelag fæst við.
Í stuttari viðmerking við Portalin eftir valið, ásannar tann 58 ára gamli nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, at tað liggja nógvar og stórar uppgávur fyri framman.
Ein uppgáva, hann ætlar at átaka sær, er at styrkja sambandið ímillum lokalfeløgini og Føroya Arbeiðarafelag.
Har hevur kinkur verið í summastaðni, serliga kent er ósemjan, sum tók seg upp tá ið fiskiflotin lá og talan varð um at íslendsk skip skuldu avreiða í Føroyum. Føroya Arbeiðarafelag segði nei, men tað vildu feløgini í Fuglafirði ikki binda seg til at fylgja.
Hesi viðurskiftini skulu fáast í rættlag, hevur nýggi formaðurin sett sær fyri og í hesum sambandi ætlar hann at vitja øll lokalfeløgini at tosa um viðurskiftini.
Ein onnur uppgáva er ávirka ætlanina at gera eina nýggja pensjónsskipan, tí Føroya Arbeiðafelag heldur ikki, at ætlanin, sum nú er á borðinum, kann góðtakast.
- Vit krevja, at ALS, Barnsburðargjald og onnur gjøld, eisini skulu vera eftirlønargevandi og somuleiðis fyritíðarpensjón og forsorgarhjálp.
- Annars verður verkafjøldin nógv verri fyri á ellisárum og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur hanm.