Georg væntar harðar samráðingar

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag væntar, at arbeiðsgevararnir fara at seta krøv, hann aldrin í lívinum fer at góðtaka

- Tá ið samráðingar vera við arbeiðsgevararnar í vár, fara vit at krevja løn.

 

Tað staðfesti Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðalfundi í felagnum í dag.

 

Hann sigur, at arbeiðarafeløgini fara eisini at krevja, at ymsar viðbøtur skulu hækkast. Georg F. Hansen sigur, at tey fimm arbeiðarafeløgini fara aftur at samráðast saman hesa ferð.

 

Tað eru Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmannafelagið og arbeiðskvinnufelagið í Havn og arbeiðsmannafelagið og arbeiðskvinnufelagið í  Klaksvík. Tey fimm feløgini hava gjørt eitt samráðingaruppskot í felag og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tey eru væl fyrireikað. Kortini vil hann ikki siga, hvussu stór lønarkrøvini vera.

 

Hann sigur, at seinast samráðingar vóru, settu arbeiðsgevarafelagið krøv fram,, sum arbeiðarafeløgini undir ongum umstøðum vildu góðtaka

 

Eitt krav, at verkafólk skulu ikki hava yvirtíð, fyrrenn tey hava arbeitt átta tímar. Tað merkir, at sama, nær tey fara til arbeiðis, skal ongin hava yvirtíð, fyrrenn tey hava arbeitt átta tímar.

 

Georg F. Hansen væntar sama krav í samráðingunum hesa fer. Men hann staðfestir samstundis, at hetta fara arbeiðarafeløgini aldrin at góðtaka

 

- Í øllum føri ikki so leingi eg eri formaður í Føroya Arbeiðarafelag, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tlr seinastu samráðingar vóru harðar til tíðir, og tað væntar hann eisini hesa ferð.

 

Seinastu samráðingarnar vóru í í 2014, og tá hækkaði á tímalønin tilsamans 4,80 krónur í tvey ár, og sostatt er tímalønin nú 120,44 krónur. Lønin hjá teimum, sum fáa hægstu aldursviðbótina, tað vil siga, at tey hava arbeitt í níggju ár, er 125,26 krónur.